Nú er greitt, at Landsbankin verður endurstovnaður.
Eftir ólavsøku fer Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, at leggja uppskot fyri Løgtingið um at endurstovna Landsbankan, sum annars virkaði í nógv ár, men sum undanfarna samgonga avtók í 2013.
Ætlanin er nú, at nýggi Landsbankin skal endurstovnast á nýggjárinum.
Kristina Háfoss, sigur í uppskotinum, at seinasta fíggjarkreppa staðfesti, at fíggjarligu eftirlitsstovnarnir vóru ov veikir og vóru ov avmarkaðir í sínum eftirliti.
Hon sigur, at úrslitið varð, at flestu lond styrktu fíggjarliga eftirlitið í samfelagnum, og settu eisini á stovn fíggjarlig váðaráð, ið skuldu tryggja, at ymsu eftirlitini við búskapinum, og fíggjarøkinum ikki bert hava eftirlit við einstøkum stovnum ella úrvaldum økjum, men skulu javnan gera váðametingar fyri alt fíggjarkervið og samfelagið. Endamálið er at fyribyrgja fíggjarkreppur í framtíðini og virka fyri at minka sveiggini í føroyska búskapinum, sigur Kristina Háfoss.