Ætlanin hjá Kristinu Háfoss eina varskógvaraskipan hjá tí almenna, fær blandaða móttøku í Løgtinginum. Talan er um eina skipan, sum gevur almennum starvsfólkum, sum fáa illgruna um eitthvørt ólógligt virksemi, møguleika at boða frá tí, men at verða dulnevnd.
Les meiri her: Gjørdu mótstøðu ímóti Kristinu Háfoss
Serliga andstøðan er ímóti uppskotinum. Summi halda, at ein slík lóg um eina varksógvaraskipan, er púra óneyðug. Ella tað er sum at skjóta spurvar við kanónum, sum Bill Justinussen, løgtingsmaður fyri Miðflokkin, tók til.
Hann heldur eisini, at ein slík skipan fer at geva tvørballum góðar dagar, tí nú fara tey at fáa frítt rásarrúm at boða frá bæði líkum og ólíkum á sínum arbeiðsplássum, og nú mugu eitt ella tvey fólk setast í starv, bara til at lesa fráboðanir frá ymsum tvørballum.
Yvirhøvur vóru tinglimir í andstøðuni samdir við hann. Jacob Vestergaard úr Fólkaflokkinum staðfestur, at tann, sum fær illgruna um okkurt ólógligt, kann altíð fara á rætta stað at boða frá, og hann veit einki dømi um, at starvsfólk eru komin illa fyri av tí.
Fleiri tinglimir í andstøðuni førdu eisini fram, at varnast onkur nakað óregluligt, ella nakað beinleiðis ólógligt, hava tey skyldu at boða frá, og at melda.
Kári P. Højgaard trýr einki upp á, at ein slík skipan fer at fáa nakrar sum helst avleiðingar fyri nakran í toppinum, tí vanliga mannagongdin er, at tá ið onkur í toppinum fær sekkin, fær viðkomandi samstundis eitt gylt lógvatak og nakrar milliónir við sær úr starvinum.
Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, er ikki samd. Hon sigur, at endamálið er at fáa eina betri almenna fyrisiting, at geva borgarum eina betri tænastu, og at geva teimum, sum boða frá ymsum óregluligum, eina betri rættartrygd.
Annars er hon samd við Kára P. Højgaard um tey gyltu lógvatakini. Tað hevur altíð undrað hana, at stjórar fáa ein posa av pengum við sær, tá ið teir fara úr starvi, sama, hvat orsøkin er. Eitt er at fáa góða løn ímeðan teir eru í starvi, eitt annað er at fáa pengar fyri at fara úr starvi, leggur hon afturat. Og hjá tí almenna kennir hon einki til slíkar skipanir, staðfestur hon eisini.