Nú fáa tey bót um tey gloyma P-skivuna

Seinastu mánaðirnar hevur Tórshavnar kommuna málað parkeringsbásar upp í miðbýnum norðran fyri Bøkjarabrekku/Steinatúng/Jóanesar Paturssonargøtu.

Endamálið hevur verið, at parkeringssonan skal víðkast.

Tað var gjørt 1. mai. Fyrstu tíðina hava tey, ið parkera í hesum økjunum, fingið eina heilsan frá løgregluni við áminning um, at tey skjótt mugu venja seg við tíðaravmarkaðu parkeringina.

##med2##

Men frá mánadegnum at rokna, so verður tá álvari, og tá fáa øll bót, sum parkera ov leingi ella gloyma at seta p-skivuna.