Nú fáa týskarar umsíðir nýggja stjórn

Tað hevur tikið meira enn fimm mánaðir at skipa nýggja stjórn í Týsklandi eftir valið, sum varð hildið i september mánaði.

Angel Merkel heldur fram sum kanslari í nýggju stjórnini, og avgerandi fyri nýggja samstarvið var, at týsku sosialdemokratarnir um vikuskitið endaliga hava váttað, at tey eru við í nýggju stjórnini saman við konservativa flokkinum CDU og systurflokkinum í Bayern CSU.

SPD skipaði fyri uratkvøðugreiðslu um nýggju stjórnina, og teir 464.000 limirnir í flokkinum fingu møguleika at siga sína hugsan, áðrenn SPD vildi vátta samstavið. Atkvøðugreiðslan endaði við, at 66 prosent av limunum, sum atkvøddu, vóru fyri nýggja stjórnarsamstarvinum.

Nú verður roknað við, at Angela Merkel kann kunngera nýggju stjórnina á fundi í samveldistinginum tann 14. mars.