- Streymurin verður góður í næstu viku, men veðrið verður einki serligt. Tí vænta vit ikki nógvan útróður, vita tey í dag at siga á Fiskamarknaði Føroya um útlitini fyri næstu viku.
Tey leggja aftrat, at fiskiskapurin hjá útróðrabátunum, sum fiska við línu, er góður, og snellubátarnir hava nú eisini brúkiligan fiskiskap.
- Teir, sum royna við línu, fáa eina blanding av toski og hýsu, men snellubátarnir fáa næstan bara tosk.
Í løtuni eru bara fýra ísfiskalínuskip til fiskiskap, og væntandi koma tey øll inn at landa í vikuni sum kemur. Skipini hava góðan fiskiskap, meginparturin av veiðini er toskur og hýsa.
Ísfiskalínuskip, sum liggja, fara væntandi út aftur, tá veðrið batnar. Eitt frystilínuskip er undir Føroyum, og fýra eru á Flemish Kap, har fiskiskapurin eisini er góður.