Nú hava sjúklingar í Føroyum fingið atgongd til sama kannabis-heilivág, sum sjúklingar í Danmark, hava.
Tað upplýsir Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilumálum.
Tann 3. mei í ár samtykti ein stórur meiriluti í Løgtinginum við 30 av teimum 33 løgtingslimunum, at heita á landsstýrið, sum skjótast, at taka neyðug stig til at fáa donsku royndarskipanina við kannabis-heilivági eisini at fevna um Føroyar.
Tað er Jenis av Rana Løgtingsmaður, sum hevur reist málið í Løgtinginum, og nú vildi hann hava landsstýriskvinnuna at greiða frá, hvussu gongur við málinum.
Sirið Stenberg sigur at longu ímeðan málið varð til viðgerðar í Løgtinginum, heitti hon á Landsapotekaran og Skrásetingarráðið um at skráseta sama kannabis-heilivág í Føroyum, sum eru skrásettir í Danmark. Og tað er avgreitt, leggur hon afturat.
Hetta skuldi verða í sama tíðarskeiði, royndarskipanin við kannabis er galdandi í Danmark.
Men síðani hevur tað víst seg, at danskir veitarar hava ikki loyvi at útflyta hendan heilivágin til Føroyar ella onnur »útlond«.
Tískil hevur Apotekið arbeitt við at innflyta hendan heilivágin frá teimum veitarum sum annars útflyta til danska marknaðin.
– Soleiðis hava føroyingar í dag atgongd til sama kannabis-heilivág, sum danir hava í donsku royndarskipanini, sigur Sirið Stenberg.
Annars vísir hon á, at fýra dagar eftir at málið varð samtykt í Løgtinginum tann 3. mai, varð fólkatingsval útskrivað í Danmark, og tí hevur tað enn ikki borið til at taka málið upp við donsku stjórnina fyri at umrøða í hvønn mun Føroyar kunnu knýtast í donsku royndarskipanina við kannabis-heilivági.
– Av royndum vita vit, at ein slík viðgerð kann kann verða drúgv, tí tað tekur tíð at greiða mál ígjøgnum danskar myndugleikar sigur landsstýriskvinnan.
Hon sigur, at tað er eisini orsøkin til at hon beinanvegin, ímeðan málið var til viðgerðar í Løgtinginum, tók stig til at tryggja føroyingum sama kannabis-heilivág sum eru til taks í Danmark.
Skuldu sjúklingarnir bíða eftir at danska royndarskipanin kom at fevna um Føroyar, hevði hesin kannabis-heilivágur ikki verið tøkir hjá føroyskum sjúklingum enn, sigur hon.