Nú fáa miðlarnir stuðul

Fyri løtu síðani samtykti løgtingið at játtað 2 milliónir krónur til privatu miðlarnar í stuðli. 

Seinastu mongu árini hevur politiska skipanin tosað um at veita stuðul til privatu miðlarnar. Ein skipan, sum sæst í mongum norðurlendskum londum. 

 

 

Men kortini er hetta fyrstu ferð, at Føroya løgting hevur samtykt eitt slíkt lógaruppskot. Og mikið rumbul hevur verið av hesum uppskotinum, tí stutt fyri jól varð málið lagt løgtinginum at avgreiða við 2. viðgerð, men ístaðin varð valt at senda uppskotið aftur í nevnd. 

 


Tað verður ein óheft, sakkøn nevnd, sum metir um, hvørjir tíðindamiðlar kunnu søkja stuðul sambært lógarásettu krøvunum í uppskotinum.

 

 

Meirilutin leggur serliga dent á redaksjonella arbeiðið, dygdargott innihald og eina sjálvstøðuga sakliga journalistiska viðgerð, sum heldur seg til góðan fjølmiðlasið