Nú fáa havnarfólk skíðlyft

Býráðið ætlar at seta pening av til klintrivegg, skatepark, golfsimulator og skíðlyftu.

 

Á býráðsfundi hóskvøldið fer Býráðið at samtykkja at útvega pening og hølir til golf, skating og klintring, umframt fígging til eina sleipi-skíðlyft. Hetta er longu samtykt í menta- og fíggjarnevndini, skrivar Gunvør Balle, varaborgarstjóri, á sínum Facebook-vanga.

 

Orsøkin til, at kommunan nú fer at seta pening av til hesar ítróttirnar, er, at ein stóran part av árinum eru Føroyar mest til innandurabrúk, sigur býráðslimurin.

 

- Tí hevur kommunan arbeitt saman við Skatefelagnum um at fáa eina innandura skatepark, og við Klintrifelag Føroya, um ein innandura klintrivegg, sonevndan buldrivegg. Umframt fígging, hevur tað eydnast at útvega hesum ítróttargreinum høli í einum av gomlu frystigoymslunum á Bacalao, skrivar hon.

 

Bacalao skal eisini hýsa golf-simulatorinum, sum ætlanin er at gera, meðan bíða verður eftir nýggja golfvøllinum á Glyvursnesi. Hetta verður ein sonevndur smart-range simulator, og er talan um eina eitt-ára royndarverkætlan.

 

Tað hevur í mong ár verið eitt ynski hjá skíðfelagnum Fjalir at fáa eina sleipiskíðlyft, so at tað verður høgligari at standa á skíð á Sornfelli.

- Hesum hevur kommunan nú játtað og felagið kann nú fara undir at útvega lyftuna, so betri møguleiki verður hjá skíðíðkarum at standa á skíð. Sambært felagnum hevur kavi ligið í økinum upp til 60 dagar onkur ár, skrivar Gunvør Balle.

 

- So hvørt sum býurin veksur og fólk flyta heim við ynskjum um at sleppa at íðka smærri og serligar ítróttargreinar, royna vit í kommununi at fylgja við. Hetta er liður í at skapa trivnað og geva fleiri møguleika at íðka ítrótt - og ikki minst, er hetta við til at gera tað stuttligari at búgva í Tórshavnar kommunu, sigur hon.