Eftir fimm árum er talið á grønlendingum, sum fáa sær útbúgving, vaksið 34 prosent. Tað sigur Mimi Karlsen, sum umsitur skúlamál í landsstýrinum, og hon er fegin um gongdina. -Fyrr var tað vanligt, at fólk vildu sleppa við trolara ella hava annað arbeiði, sum kundi geva nógvar pengar eftir stuttari tíð. Men tá fiskiskapurin minkaði burtur, sótu fólk eftir við ongari útbúgving, og tí skilja fleiri nú, at tað er neyðugt at útbúgva seg, sigur landsstýrismaðurin.
Í løtuni eru umleið 4.000 grønlendingar í útbúgving, og 3.400 teirra fáa sær útbúgving heima í Grønlandi. Av hinum 600 eru tey flestu í Danmark og útbúgva seg.