Nú fáa fuglfirðingar pitsa

Trý nýggj feløg eru stovnað í Eysturoy, samstundis sum Bjarti Mohr aftur ger um seg í fiskivinnuni

Nú er líkt til at eitt pitsaria fer at lata upp í Fuglafirði. Í øllum førum er eitt partafelag skrásett í partafelagsskránni, sum eitur Pitsa 530. Tað eru tveir fuglfirðingar, Eivin Sigurð Breiðaskarð og Jóhannus Tausen, sum hava stovnað felagið, hvørs endamál er at reka handilsvirksemi við matstovu og take-away tænastu. Tað skrivar bl.fo.

 

Eitt kent navn sæst eisini í seinastu broytingunum í partafelagsskránni, sum Business-Line hevur leitað seg fram til. Tað er fyrrverandi stjórin í Faroe Seafood, Bjarti Mohr, sum eisini hevur sett eitt nýtt felag á stovn.

 

Bjarti Mohr ger sær dælt av nýggju lóggávuni á økinum og stovnar eitt íverksetarafelag. Nýggja felagið eitur Ísbjørnin og endamál tess er at reka virksemi innan handil og fiskivinnu umframt annað virksemi í hesum sambandi.

 

Allar broytingarnar eru at síggja her.