Nú fáa fleiri kvinnur HPV koppseting

Tað sær út til, at ráki flytur seg aftur.

Nýggjasti tølini hjá danska Statens Serums Institut vísa, at á vári í ár vóru tað munandi fleiri danskar gentur, sum lótu seg hpv koppseta, enn tað vóru á vári í 2016. Tað skrivar Fyens Stiftstidende í morgun. 

Hagfrøðiliga hevur tað víst seg sum sannroynd seinastu árini, at alt almenna kjakið um hpv koppsetingina og ivamál um, hvørt hon er beinleiðis hættislig móti kvinnum, sum taka hana, hava fingið talið av gentum, sum lata seg koppseta, at fella nógv. 

Fyens Stifttidende nevnir sum dømi, at bert 34% av gentunum, sum vórðu føddar í 2003, hava gjøgnumført hpv koppsetingina. Ein koppseting, sum kann fyribyrgja upp til 70% av krabbameinssløgunum í lívmóðurhálsinum.

Meðan læknar, krabbameinsfeløg, heilsumyndugleikar og onnur hava heitt á kvinnur, um at taka hesa koppsetingina, so hevur undirtøkan kortini verið minkandi. Tað sær tó út til, at rákið kann vera við at venda. 

 

 

Tí nýggjast tølini í Danmark vísa, at tað vóru munandi fleiri kvinnur, sum lótu seg koppseta í vár í ár, enn tað vóru í vár í fjør. Og somuleiðis siga danskir læknar frá, at teir merkja ein øktan hug millum kvinnur fyri at lata seg koppseta. Hetta verður gitt at hanga saman við stórari lýsingarkampagnu, sum Kræftens Bekæmpelsen og heilsumálaráðið í Danmark hava koyrt seinastu tíðina. Ein kampagna, sum heitir á gentur, um at taka koppsetingina. 

 

 

Tølini í Danmark eru munandi lægri enn tey í øðrum grannalondum. Í Norra eru 84% av gentunum frá 2003 koppsettar, meðan sami bólkur í Svøríki telur 73% koppsettar. Í Danmark er samlaða talið 29%.Tað skrivar Fyens Stiftidende í morgun.  

 

 

Tað var í 2009, at man í Føroyum fór undir at koppseta móti lívmóðurhálskrabba. Heilsumálaráðið bjóðaði fyrst gentum í 14 ára aldrinum ókeypis koppseting, men í 2012 varð tilboðið víðkað til at fevna um gentur og kvinnur í aldrinum 12 til 28 ár.

Tølini hjá Landsapotekaranum staðfesta, at nýtslan av HPV-koppseting var í hæddini í Føroyum í 2013, tá ið tilsamans 2.970 sproytur vóru givnar føroyskum gentum. Í 2014 fall talið av koppsettum kvinnum sera nógv, tá ið bert 907 kvinnur lótu seg koppseta. Í 2015 var talið 399 og somuleiðis var talið lágt í 2016. Hagtølini hjá Landsapotekarunum eru ikki dagførd enn til at siga nakað um rákið í Føroyum nú vit skriva 2017, og hvørt tað vendir nú eins og í Danmark, ella ikki.