Nú er greitt, hvørjar bygdir afturat kring landið, fáa høvi til at síggja Televarpið í ár og næsta ár.
Páll á Reynatúgvu, løgtingsmaður, bað herfyri landsstýrismannin í samskiftismálum, Bjarna Djurholm, greiða Løgtinginum frá nøkrum viðuskiftum í sambandi við Televarpið
Sandoyartingmaðurin vísti á, at enn eru stórir partar av landinum, sum ikki hava møguleikan at síggja Televarpið, eitt nú Suðuroy og Sandoy
Bjarni Djurholm greiddi frá, at sendinetið hjá Televarpinum verður útbygt í tann mun tað letur seg gera á einum burðardyggum grundarlagi.
Í ár er ætlanin at røkka til Lamba, Sands bygd, Skúvoy, Froðba, Tvøroyri, Trongisvág, Vág, Nes, Akrar og Lopra og Porkeri.
Og næsta ár er ætlanin eisini at knýta Hvalba, Sandvík, Sumba og Árnafjørð upp í sendinetið. Kortini verður dentur ladur á, at ætlanin veldst um fíggjarligu viðurskiftini, tí Televarpið skal rekast á vinnuligumgrundarlagið.
Hinvegin er útbyggingin fyri 2009 og 2010 ikki endaliga fastløgd enn, segði Bjarni Djurholm.
Mynd av Televarpi
Gongst sum ætlað, fer at bera til at síggja Televarpið í fleiri bydum í ár og næsta ár