Nú fáa fleiri bílig grundstykki

Tórshavnar Kommuna fer nú at selja grundstykki í Nólsoy og Kaldbak, men í Nólsoy verða stykkini ikki seld til summarhús

Nú fer Tórshavnar Kommuna eisini at selja grundstykki í Kaldbak og í Nólsoy nógv bíligari enn tey annars hava kostað.

 

Higartil hevur kommunan tvíhildið um, at tey skulu ikki hava undirskot av at stykkja út, og tí skulu grundstykki hjá kommununi seljast fyri tað, sum tað kosta at útvega tey.

 

Men nú er kommunala eftirlitið komið til ta niðurstøðu, at kommunan kann selja grundstykki fyri marknaðarprís, tá ið ikki slepst av við tey fyri kostprís.

 

Tey fyrstu at fá ágóðan av hesum, vóru tey í Kollafirði, sum nú fáa grundstykki fyri at kalla hálvan prís, tí kommunan hevur ligið innibrend við teimum í fleiri ár.

 

Tað er sama støðan í Kaldbak, har kommunan eisini hevur hevur havt eina útstykking við 10 stykkjum, men bara fýra av teimum eru seld. Sostatt hevur kommunan ligið innibrend við seks grundstykkjum.

 

Nú verður eitt av teimum selt nógv bíligari enn annars, og samstundis verða samráðingar við Bústaðir um at byggja á hinum fimm grundstykkjunum. Bera tær samráðingarnar ikki á mál, verða eisini tey seld fyri munandi lægri prís enn vanligt.

 

Í hesum sambandi er ført fram í býráðnum, at tað órættvíst ímóti hinum, sum hava grundstykki í somu útstykking, tí tey hava goldið fullan prís fyri grundstykkini.

 

Men í býráðnum er staðfest, at kommunan kann ikki endurrinda teimum munin ímillum tað, tey hava goldið fyri stykkini og tað, restin av stykkjunum verða seld fyri. Tey keyptu nevniliga stykkið við  teimum treytum, sum tá vóru galdandi, og kommunan kann ikki geva summum borgarum framíhjárættindi.

 

Hinvegin førdi Heðin Mortensen fram, tað tey, sum longu hava keypt grundstykki í hesi útstykkingini fyri fullan prís, settu sum treyt, at verða hini stykkini seld bíligari, vilja tey hava munin afturgoldnan og tað snýr seg um einar 150.000 fyri hvørt grundstykki.

 

Men síðani eru løgfrøðingar eru løgfrøðingar komnir til ta niðurstøðu, at kommunan kann ikki geva einstøkum borgarum sersømdir, staðfesti Heðin Mortensen. Hinvegin heldur hann, at hetta skuldi kommunan funnið útvegir fyri.

 

Annika Olsen, borgarstjóri, staðfestir, at hetta er ein ómetalig keðilig støða hjá teimum, sum hava keypt grunstykki, men fyri tað kunnu hini stykkini ikki verða liggjandi óbygd. Og hetta hetta er tað, sum ber til at gera, tí tað er ólógligt at geva hindum endurgjald.

 

Kommunan hevur eisini havt nøkur stykki í Nólsoy, sum tey ikki eru sloppin av við, men nú verður farið undir at selja tey eisini og í hesum sambandi verður nú farið undir at gera tey byggibúgvin.

 

Men í býráðnum leggja  tey dent á, at grundstykkini verða ikki seld til summarhús, tí tey verða bara seld fólki, sum vilja seta búgv í Nólsoy og sostatt verður bústaðarskylda lýst á stykkjunum.