Nú fáa føroyingar D vitaminir í mjólkina

Okkum vantar D-vitaminir, og tí fáa vit tað nú umvegis mjólkina.

Í vikuni verður mjólk við D-vitamin ískoyti at síggja á køluhillinum um allar Føroyar. D-vitamin mjólkin verður at fáa sum lættimjólk, skrivar MBM í dag. 

 

 

- Norðurlond eru í einari serstøðu í mun til manglandi sólarljós, tí at sólin stendur so lágt hjá okkum um veturin. Tað er neyðugt, at vit fylla í okkara goymslu um summarið, men í Føroyum fáa vit ikki eins nógv sólarljós á húðina í summartíðini, skrivar MBM

 

 

Víðari verður sagt, at tíbetur eru ráð fyri, hvussu vit í Føroyum kunnu upptaka D-vitaminina uttan nógv sólarljós.

 

 

- Tað er millum annað út frá heilsufakligu áheitanini, at MBM hevur valt at seta lættimjólk við D- vitamin ískoyti í framleiðslu. Eitt glas við umleið 2 dl av D-vitamin mjólk svarar til 20 % av D- vitaminnøgdini, sum tilráðingin mælir okkum til at fáa dagliga. D-vitamin mjólkin verður seld í litur pakkum, og prísurin kemur at vera tann sami sum á vanligu lættimjólkini, skrivar MBM í dag.