Nú fáa dreingir eisini ókeypis koppseting fyri krabbamein

Hesi seinastu árini hevur tað verið eitt tilboð til allar gentur í Føroyum, at tær kunnu verða koppsettar fyri hpv virus Koppsetingin er ókeypis og verjir fyri krabbameini í lívmóðurhálsinum.

 

Men næsta ár er eisini ætlanin at bjóða dreingjum at verða koppsettir ókeypis fyri hpv, sum eisini kann elva til ymisk sløg av krabbameini hjá dreingjum. Nú Løgtingið viðger fíggjarlógina fyri næsta ár, hevur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum, nevniliga upplýst, at ætlanin er at geva dreingjum hendan møguleika eisini.

 

Talan er um 12 ára gamlar dreingir, sum verða koppsettir. Hetta merkir, at eini 300 - 330 dreingir fara at fáa tilboð um ókeypis hpv-koppseting um árið. Koppsetingin er í tveimum, men tað ganga nakrir mánaðir ímillum hvørja sproytu. Tað kostar góðar 1.000 krónur fyri hvønn, og taka allir teir 300 - 330 dreingirnir í einum árgangi, av hesum tilboði, kostar hetta sostatt 300.000 til 350.000 krónur um árið.