Herfyri samdust stjórnin og andstøðan í Zimbabwe um at býta valdið sínamillum, men síðani hava trupulleikar tikið seg upp. Sambært andstøðuni vil Robert Mugabe, forseti, ikki halda avtaluna. Millum annað krevur hann at fáa teir ráðharrarnar, sum hava ræðið á herinum og løgregluni.
ES hevur somu uppfatan av støðuni, og franski uttanríkisráðharrin, Bernard Kouchner, segði í gjár, at ES hevur mist tolið við zimbabwiska forsetanum.
- Verður avtalan ikki fylgd, fara vit at seta okkara tiltøk aftur í verk, samstundis sum vit fara at herða tey, segði Kouchner sambært AP-tíðindastovuni.
Bretski uttanríkisráðharrin, David Miliband, fordømdi royndirnar hjá Mugabe at tvíhalda um valdið.
- Tað er umráðandi, at Evropa sendir tey greiðu boð, at vit vilja ikki góðtaka, at stýrið hjá Mugabe roynir at tiltuska sær alt valdið, segði David Miliband.
Ein danskur tíðindamaður, sum er í Zimbabwe, sigur, at støðan er syndarlig. Inflasjónin er 231 milliónir prosent, og ein vanlig máltíð kostar fleiri milliónir zimbabwiskar dollarar. Tað hevur havt við sær, at nógv fólk í Zimbabwe eru farin at eta rottur og eitrandi nøtir, sigur tíðindamaðurin við danska kringvarpið.










