Nú eru vit nær við

Annar av málskjúttunum hjá EB/Streymi heldur ikki, at meistaraheitið er komið í hús, men Gert Hansen ásannar, at nú eru teir nær við at vinna fyrsta FM í søgu felagsins


 
Gert Hansen skoraði seinna málið hjá EB/Streymi móti Skála, og hann er væl nøgdur við dystin í gjár.
- Hatta var ein fínur dystur. Vit stýrdu nógv, men teir stóðu aftarlaga og øgiliga kompakt, og tað gjørdi tað trupult hjá okkum. Men so skorar Sorin eitt øgiliga týdningarmikið mál beinanvegin í seinna hálvleiki og tað hjálpti væl hjá okkum.
Seinni hálvleikur byrjaði annars við, at Skála skifti Nenad Stankovic, Jónhard Fredriksberg og Pætur Dam Jacobsen inn. Hesar innskiftingarnar heldur Gert Hansen vera til fyrimuns fyri EB/Streym.
- Áðrenn stóðu teir so øgiliga langt afturi og vardu fyri tað mesta. Tá teir komu inn komu teir heldur longri fram og fóru at spæla meir, og tað gjørdi tað lættari hjá okkum, sigur høgri bakkurin hjá EB/Streymi.
Gert Hansen heldur annars, at við tí í huganum, at Skála spardi fýra lyklaleikarar, so spældu teir rættiliga væl. EB/Streymur spardi hinvegin ongan leikara, og teir vunnu eisini dystin við tveimum málum móti ongum.
Gert Hansen vil tó ikki siga, at meistaraheitið er komið í hús eftir sigurin móti Skála.
- Nei, vit eru ikki meistarar enn, men nú eru vit nær við, staðfestir hann.