Fríggjadagin í farnu viku hendi tað, sum mong vónaðu, men sum tey allarfægstu veruliga tordu at trúgva uppá. Føroyar fluttu fram um Wales á almenna styrkislistanum hjá FIFA. Okkara fótbóltslandslið liggur framvegis nummar 114 á listanum yvir øll 204 limalondini, og vit liggja framvegis nummar 45 á listanum, sum fevnir um UEFA-limalondini.
Men føroyska landsliðið er frammanfyri Wales nú, og tað er ein risa stór broyting, tí FIFA hevur aktivt verið inni á listanum og flutt okkum frammum. Tá listin varð kunngjørdur tann 29. juni hevði FIFA sett Wales frammanfyri okkum. Runt roknað hava Føroyar og Wales sama stigatal, 273, men nærri útgreinaðar útrokningar vísa, at Føroyar hava 0,07 stig fleiri enn Wales.
Hetta kom fram á heimasíðuni hjá rumenska Eduard Ranghiuc, football-rankings.info, sum er ein heimasíða, ið er nógv brúkt av altjóða miðlum. Heimasíðan brúkar júst sama leist at rokna eftir sum FIFA, men sær ein heiður í at kunngera styrkislistan nakrar dagar áðrenn FIFA kunnger sín lista. Soleiðis var eisini, tá almenni FIFA-styrkislistin kom út 27. juni. Tá var listin hjá football-rankings.info nakrar dagar gamal, men munurin – sum av røttum ikki átti at verið har, tí talan er um støddfrøði, sum ikki kann tolkast – var, at Føroyar lógu frammanfyri Wales og ikki øvugt, sum FIFA-styrkislistin vísti nakrar dagar seinni.
Nakað seinni útgreinaði Eduard Ranghuic útrokningar sínar á football-rankings.info og vísti, hvussu hann kom fram til, at til, at Føroyar høvdu 273,4821429 stig og Wales 273,412987. Við øðrum orðum, at Føroyar høvdu 0,0691559 stig fleiri enn Wales.
Runavíkingurin Jákup Emil Hansen, sum lesur stjórnmálafrøði í Danmark, roknaði eisini upp á somu úrslit og kom fram til neyvt somu tøl sum football-rankings.info.
Síðani roknaði Fótbóltssambandið eisini upp á úrslitini, og kom til somu niðurstøðu sum football-rankings.info og Jákup Emil Hansen.
Allar hesar útrokningar hevur FIFA fingið og líkt er til, at FIFA hevur ásannað, at tey hava gjørt eitt mistak. Fyri einari viku síðani fekk var Virgar Hvidbro, aðalskrivari í FSF, í samband við FIFA-umboð, sum søgdu, at allar útrokningarnar, FSF hevði sent teimum, vóru púra rættar og at støðan tískil sá rættiliga góð út.
Talan var um eina óalmenna fráboðan, men seinnapartin fríggjadagin kom almenna staðfestingin frá FIFA, tá teir fluttu føroyska fótbóltslandsliðið fram um tað walisiska, soleiðis at vit nú liggja omanfyri átta evropeisk landslið, sum hevur við sær, at vit ikki enda í veikasta styrkisbólkinum men í næstveikasta.
rolant@sosialurin.fo
myndatekstur:
1. juli skrivaði Sosialurin um, at Føroyar vóru brotpartar frá dreyminum um at flyta ein styrkisbólk upp. Eftir at hava nærlisið útgreinaðar útrokningar, er FIFA komið fram til, at dreymurin hjá Føroyum eftir øllum at døma verður veruleiki
myndatekstur til talvir:
Vinstrumegin síggja vit styrkislistan, sum hann sá út, tá hann varð kunngjørdur 27. juni. Høgrumegin hava vit listan, eftir at hann var dagførdur fríggjadagin 8. juli










