Tað kemur av einum burðaravlopi á 303, ið er munurin millum fødd og deyð, og ein nettotilflyting á 543, ið er munurin millum tilflyting og fráflyting. Samanborið við undanfarna 12-mánaðarskeiðið er burðaravlopið 92 størri, og nettotilflytingin 2 minni. Tí verður fólkavøksturin 90 størri.
Tað veit Hagstovan at siga. Størsti fólkavøksturin er í miðøkinum, t.v.s. í Eysturoy, Streymoy og í Vágum.
Landafrøðiliga var stórur fólkavøkstur í øllum sýslum uttan Sandoyar og Suðuroyar sýslum. Í tali var størsti vøksturin í Tórshavnarøkinum við 403 fólkum og í Eysturoyar sýslu við 259. Síðan eru Streymoyarøkið uttan høvuðsstaðin, Vágaøkið og Norðoyggjar. Í Sandoyar og Suðuroyar sýslum minkaði talið við ávikavist 8 og 9 fólkum.
Lutfalsliga var størsti vøksturin tó í Vágaøkinum við 2,4%, í Eysturoy við 2,3%, í Tórshavnarøkinum við 2,1%, Streymoyarøkinum uttan høvuðsstaðin við 1,7% og í Norðoya sýslu við 0,7%. Minkingin í Sandoyar og Suðuroyar sýslum var ávikavist 0,6 og 0,2%.
Hesi síðstu fimm árini hevur verið stórur árligur fólkavøkstur, sum sæst aftur í flestu høvuðsøkjum. Tó eru tvey av økjunum, Sandoyar og Suðuroyar sýslur, dragnað afturúr. Tað sæst skilliga, um vit seta fólkatalið 1. jan. 2014 til vísitalið 100: meðan fólkatalið er vaksið 5-10% í øllum hinum høvuðsøkjunum, so hevur verið stillstøða ella minking í Sandoyar og Suðuroyar sýslum.