Klokkan er farin av 20, og nú eru flest øll valstøðini í Føroyum latin aftur.
Jóhan Petur Hentze, valstýrisformaður Í Havn, kunngjørdi fyri lítlari løtu síðani, at størsta valstaðið í Føroyum er latið aftur. Tað sama gjørdi valstýrisformaðurin í Klaksvík, sum næststørsta valstaðið í Føroyum.
At klokkan slær 20:00 merkir ikki einsbetýðandi við, at valstaðið steingir dyrnar umgangandi. Um veljarar enn eru á valstaðnum og mangla at greiða sína atkvøðu, so verður bíðað eftir teimum.
Vit hava fleiri ferðir gjøgnum dagin í dag frætt, at valluttøkan er munandi størri í ár enn til undanfarin fólkatingsval.
Vit vita meira um úrslitini um eina løtu, tí nú er mann í holt við at telja atkvøðurnar upp á teimum 58 valstøðunum kring landið.
Valstøðini í Danmark lótu aftur fyri góðum tíma síðani, og har eru tær fyrstu exit-polls kanningarnar tøkar. Tað sær út til, at reyði vongurin fer at fáa valdið. Les meira um tað her: Reyði blokkurin veksur – Sosialdemokratarnir minka











