Nú eru upp í 45 m/s

Tað er rættiligt illveður kring landið

Tað er illveður kring oyggjarnar í dag. Ringast er á Fámjinsvegnum, har mátararnir siga frá 45 m/s, og á Porkerishálsi eru 33 m/s. Á Brekkuni Stóru á Sandi eru 26 m/s. 

 

 

Í Vágum og í Mykinesi er ikki so nógvur vindur. Tað liggur um 22-24 m/s í morgun har vesturi. Men við Velbastaðháls eru 27 m/s, og á Norðradalsskarði eru 35 m/s. Tað eru 30 m/s á Oyndarfjarðarvegnum og somuleiðis á Gjáarskarði. 

 

 

Í Norðoyggjum er heldur ikki so nógvur vindur sum aðrastaðni. Har liggur um 20 - 21 m/s. Hevur tú myndir ella videoupptøkur, sum lýsa hetta illsliga veðrið, so kanst tú senda á post(at)sosialurin.fo ella fara á Facebook síðuna hjá In.fo