Nú eru tvey mál á muni í Fuglafirði

Tað tykist sum um, at NSÍ rættuliga hevur fingið høvdið fyri seg ímóti ÍF. Fimm minuttir undan steðginum er NSÍ leiðslan tvífaldað til 2-0. Málskjútti var miðvallarin Milan Pegcic, sum av brotsteigarmarkinum lyfti frísparksroynd upp um manngarðin og í málið.

ÍF hevði løtu frammanundan seinna málinum mist álopsspælaran Sasa Jovanovic, sum fór skaddur av vøllinum.