NCC sigur í dag, at í síðstu viku vórðu tilsamans 145 metrar boraðir og sprongdir í arbeiðnum at byggja Eysturoyartunnilin.
81 metrar vórðu boraðir og sprongdir á Hvítanesi og 64 metrar á Strondum. Á Hvítanesi eru teir nú komnir 891 metrar - og á Strondum 1.132 metrar.
NCC sigur, at samanlagt eru boraðir og sprongdir 2.023 metrar, og um Facebook-síðuna hjá tunlunum sæst, hvussu langt arbeiðið at byggja Eysturoyartunnilin nú er komið.