Listin við demokratiskum valevnum, ið ynskja at sannføra síni partafólk um, at júst tey eru rætti persónurin at fáa møguleikan at bjóða Donald Trump, sitandi amerikanska forseta, av í komandi forsetavali, heldur fram við vaksa.
Seinast í røðini at boða frá, at hann ynskir at gerast forsetavalevnið hjá Demokratunum er 45 ára gamli Tim Ryan, ið umboðar Ohio í kongressini.
Sum grundgeving fyri at stilla upp, vísir hann á eina samrøðu, ið hann hevði við dóttir sína í fjør.
- Tá okkara lokala GM verksmiðja snaraði lykilin um síðsta Thanksgiving, ringdi dóttir mín til mín. Tá var hon í ferð við at ugga ein av sínum vinum, hvørs pápi arbeiddi á verksmiðjuni og hevði júst mist starvið. Dóttirin segði við grátandi rødd, ”Tú mást gera okkurt.” Tað er orsøkin til, at eg bjóði meg fram sum forsetavalevni. Tíðin er komin at gera okkurt, skrivar Tim Ryan á heimasíðu síni, sambært Politico.com.
Millum tey evnir, ið hann ynskir at arbeiða fyri eru framleiðsla, heilsuverk, útbúgving og støðan hjá veteranum.

Nú eru tey seytjan um boðið

