Nú eru tey heimsins bestu

Ein matstova í einum katalanskum arbeiðarakvarteri í Norðurspania, sum verður rikin av trimum brøðrum, er kosin til heimsins bestu matstovu.

Í 1986 lat Roca-familjan í norðurspanska býnum Girona upp matstovu í einum arbeiðarakvarteri. Matstovan hevur síðani ment matarlepan, sum blandar traditionellar rávørur og nútímans matgerð, og var í vikuni kosin heimsins besta matstova í atkvøðugreiðslu, sum tíðarritið Restaurant samskipar.

Seinastu trý árini hevur Noma á Norðuratlantsbryggjuni í Keypmannahavn havt heiðurin sum heimsins besta matstova, men hesaferð gjørdist Noma nummar tvey á listanum.


Mamman lærdi teir

Matstovan El Cellar de Can Roca liggur í einum býi nakað norðanfyri Barcelona í landnyðringspartinum av Spania, og tað eru tríggir brøður – Josep, Jordi and Joan – sum reka matstovuna. Teir lótu matstovuna upp við síðuna av barrini, sum foreldur teirra høvdu.

Í 1997 fekk matstovan fyrstu Michelin-stjørnuna og hevur nú tríggjar. Beiggjarnir siga, at teir lærdu katalanska matgerð frá mammuni, men teir hava síðani ment uppskriftirnar og rættirnar, so at matstovan nú er fremst í øllum heiminum.

Heiðurin hjá El Cellar de Can Roca er ein sigur fyri Norðurspania, tí matstovan liggur bert 50 kilometrar frá El Bulli, sum var heimsins besta matstova, áðrenn Noma fór við heitinum.