Nú eru tølini røtt

Ein feilur í keldukotuni hjá tíðindaportalinum hjá Miðlahúsinum hevur gjørt, at talið á sýndum síðum á in.fo á Vevlistanum hevur verið nakað hægri, enn tað í veruleikanum er. – Vit hava broytt mannagongdir, soleiðis at feilir sum hesin ikki koma fyri aftur, sigur Halgir Winther Nagata, ið hevur ábyrgdina av Vevlistanum

Um vikuskiftið varð gjørt vart við ein feil í keldukotuni hjá in.fo, sum hevði við sær, at teljarin, sum Vevlistin brúkar, varð settur inn tvær ferðir. Hetta merkir at einstakar sýndar síður til tíðir vórðu taldar sum tvær, og tað hevði við sær, at talið av sýndum síðum hjá tíðindaportalinum hjá Miðlahúsinum tyktiskt nakað hægri, enn tað í veruleikanum er.

Hesin trupulleikin er tó nakað, ið ikki átti at komið fyri.

- Ja, hetta er nakað, sum mann kundi og burdi havt forðað, og fyri frameftir hevur Vevlistin eisini broytt mannagongd, soleiðis at implementeringin av teljaranum verður kannað, áðrenn nýggjar síður leggjast afturat listanum. Hetta skal fyribyrgja at slíkar villur aftur gera seg galdandi, sigur Halgir Winther Nagata, ið rekur Vevlistin.fo. Hetta er ein síða, ið skal vísa eina mynd av føroyskari vevferðslu, og til tað verður tøknin hjá Google Analytics brúkt.

Halgir Winther Nagata heldur ikki, at fólk eiga at sáa iva um trúðvirðið á tølunum, sum eru at síggja á Vevlistanum.

- Google Analytics er heimsins mest brúkta vevmátingarskipan og er undir støðugari menning. Á hendan hátt tryggja vit okkum, at tølini eru neyv, og at mátingar lúka altjóða standardar innan vevmáting.


Hava broytt mannagongd

Eftir at tað bleiv gjørt vart við feilin í upptelijingini av sýndum síðum, bleiv málið kannað alt fyri eitt.

- Feilurin bleiv rættaður longu mánadagin seinnapart, takkað verið nágreiniligu kanningini, sum brúkarar á Facebook bólkinum "Føroyingar og OpenSource" høvdu gjørt, greiðir Halgir Winther Nagata frá.

Hann sigur, at tølini hjá in.fo á Vevlistanum frá nú av eru røtt.

- Villan í keldukotuni hjá in.fo ávirkaði tølini á Vevlistanum, men henda villan í teljingini hjá in.fo er nú rættað. Einasti møguleiki fyri at tølini gerast skeiv er, at brúkarin sjálvur ger eina villu í implementeringini av teljaranum, sigur Halgir Winter Nagata og heldur fram:

- Hetta er ein vandi sum allar vevmátingarskipanir hava til felags. Men tað er eisini tí, at Vevlistin frameftir broytt mannagongd, soleiðis at implementeringin av teljaranum verður kannað, áðrenn nýggjar síður leggjast afturat listanum, staðfestir Halgir Winther Nagata.


Ber til at snýta

Sambært Halgir Winther Nagata ber til at gera soleiðis, at talið á sýndum síðum gerst so høgt sum gjørligt. Hetta kann gerast við at nýta ávísa uppseting av heimasíðuni.

- Tað ber til at uppseta eina heimasíðu soleiðis, at mann optimerar fyri at fáa flest síðusýningar gjørligt. Men tílíkar metodar gera ofta síðuna minni brúkaravinarliga, og tí er hetta pá longri sikt bara skaðiligt fyri nýtsluna av heimasíðuni, vísir Halgir Winther Nagata á.

Tað er ymiskt, hvat telur við í uppteljingini. Til dømis telur tað á summum heimasíðum ikki við, um brúkarin trýstir á eitt video á Youtube ella fer inn á eitt myndasavn.

- Ein sýnd síða verður tald, tá ið brúkarin skiftur frá einari síðu til eina aðra. Um allar myndir liggja á hvør sínari síðu, merkir tað tí, at síður verða taldar fyri hvørja mynd, sigur Halgir Winther Nagata og leggur afturat, at aloftast brúka heimasíðurnar eina aðra mannagongd.

- Flestu heimasíðurnar brúka eina sokallaða "lightbox", som leggur myndina omaná heimasíðuna, soleiðis at brúkarin fær blaðað ímillum uttan at skifta síðu. Hetta verður brúkt av millum annað nordlysid.fo og eisini in.fo, og tað vil siga, at síðurnar verða ikki taldar fyri hvørja mynd, greiðir Halgir Winther Nagata frá.


Eiga at telja eins

Annar av stjórunum í Miðlahúsinum, Eirikur Lindenskov, heldur tað vera óheppið, at ein feilur hevur ført við sær, at talið á sýndum síðum hjá tíðindaportalinum hjá Miðlahúsinum, hevur verið eitt vet hægri, enn tað í veruleikanum er.

- At kunna fylgja við í, hvussu ofta fólk klikkja á ymiskt, er sjálvandi áhugavert fyri okkum. Men síðusýningarnar skul teljast líka, tí annars gevur tað onga meining, og ein feilur, sum ikki er gjørdur í Miðlahúsinum, hevur tíverri gjørt, at tølini hjá okkum hava verið skeiv, tí í summum førum er talt dupult, tá teljarin hevur talt síðuvísingar, sigur Eirikur Lindenskov.

Hann vísir á, at tað er týdningarmikið, at tíðindaportalurin hjá Miðlahúsinum er á einum lista sum Vevlistin.

- Vit hava havt trupulleikar við, at vit í sambandi við bløð ikki hava havt upplagskontrol í Føroyum, eins og mann hevur í Danmark. Við upplagskontrol veit mann nágreiniliga, hvussu stórt upplag hvørt blað hevur, og tað er nakað, vit hava saknað í Føroyum, har vit ikki hava havt nøkur hagtøl. Tí helt eg, tað var gott, at vit við in.fo kundu vera á einum slíkum lista, soleiðis at mann sær, hvussu okkara tíðindaportalur stendur seg samanborið við aðrar. Og tá talan er um sama lista, so gongur mann út frá, at heimasíðurnar verða taldar á sama hátt, men tað hevur tað so ikki gjørt, greiðir Eirikur Lindenskov frá.

Tær rættingarnar, sum nú eru gjørdar í sambandi við uppteljingina av sýndum síðum, broytir ikki talið av brúkarum ella vitjanum. Bert talið á síðusýningum broytist og verður nakað lægri.

- Vit ivast ikki í, at okkara tíðindaportalur er øgiliga væl við í kappingini og verður fremsti portalur í landinum. Vit hava arbeitt Portalin upp til tað, hann er, og tað ætla vit eisini við hesum tíðindaportalinum. Tað at vit síðani juli mánað eru komin so langt, tað er fantastiskt, sigur Eirikur Lindenskov.