Tað er eitt gamalt páhlad, at menn fara ikki líka ofta til lækna sum kvinnur.
Men nú kann tað eisini ávísast við turrum tølum.
Hagstovan hevur nevniliga gjørt upp, hvussu nógv vit fara til kommunulækna. Og kanningin stuðlar upp undir gamla páhaldið um, at menn fara ikki líka ofta til lækna sum kvinnur gera.
Tølini vísa nevniliga, at sum í 56 prosent av øllum viðtalum hjá kommunulækna, og hjá læknavaktini uttan fyri vanliga arbeiðstíð, eru tað kvinnur, sum koma í viðtalu, og 44 prosent av teimum, sum fara í viðtali, eru menn.
Hetta er sum heild, men her skal eisini havast í huga, at tað eru næstan 2.000 fleiri menn í Føroyum, enn tað eru kvinnur, so í roynd og veru er munurin enn størri.
Uppgerðin vísir, at í skúlaaldri, ella upp til 15 ár, eru eingin munur á kynunum, men so fer munurin at veksa, og so heldur hann sær restina av lívinum.
##med2##
Men talvan vísir at tað er longu frá tí at tey eru 16 ára gomul, at dreingir og menn ikki eru líka ofta hjá lækna, sum kvinnur.
Ikki minst er tað eisini í teimum bestu árunum, nevniliga frá frá tí at tær eru fyrst í tjúgunum, til tær eru í fjørutunum, at nógv fleiri kvinnur enn menn, ganga til lækna.
Tølini vísa nevniliga, at heilt upp í 65 prosent av teimum, sum fara til lækna í hesum árum, eru kvinnur, og bara 35 prosent eru menn.
Munurin javnar seg so aftur, og upp tí tey fyrstu pensjónsárini, men jú eldri fólk verða, jú størri er yvirvágin av kvinnum í viðtaluhølunum hjá kommunulæknunum, og læknavaktini.