Nú eru tíðirnar ásettar

B36 og HB spæla hálvfinalur í Gundadali sama dag. Nú er greitt hvat klokkan dystirnir eru.

Í ovurmorgin, mikukvøldið, eru fyrru hálvfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið á skránni. Liðini, sum hittast, eru HB–AB og B36–TB/FCS/Royn.


Bæði HB og B36 hava heimavøll í fyrru hálvfinaluni, og nú eru tíðirnar ásettar nær dystirnir verða spældir. B36 og TB/FCS/Royn spæla kl.17.00, meðan HB og AB spæla kl.20.00.

 

Rás2 sigur frá báðum steypadystunum hetta kvøldið umframt hondbóltslandsdystinum hjá kvinnum ímillum Føroyar og Serbia. Tann dysturin byrjar kl.19.00.


Seinnu hálvfinalurnar verða spældar 13. juni, meðan sjálva steypafinalan verður spæld 25. august.