Nú eru seinastu upptøkurnar gjørdar

Tárini runnu, tá síðstu upptøkurnar av 'Keeping up with the Kardashians' vórðu tiknar upp

 

– Vit eru liðug við seinastu upptøkurnar, vit fara ongantíð aftur at taka upp - tað er svakt. Vit fáa okkum eitt glas saman við toyminum í bakgarðinum hjá mær. Skál fyri... tað veit eg ikki... 15 árum og 20 sesongum, sigur navnkenda Kim Kardashian millum annað á Instagram. 

Reality sendingin Keeping Up With the Kardashians snýr seg um privata lívið og um arbeiðslívið hjá blandaðu Kardashian/Jenner systrunum Kim, Kourtney og Kloé, hálvsystrunum Kendall og Kylie, beiggja teirra Rob og foreldrunum Kris og Caitlyn. 

20 sesongir eru nú upptiknar av Keeping Up With the Kardashians, sum hevur verið víst á E! seinastu 14 árini. 

Kardashian familjan hevur tó undirskrivað avtalu við stroymingartænastuna Hulu um at fara undir eina nýggja reality sjónvarpsrøð, har hyggjarin aftur fær innlit í lívið hjá Kim, Khloé, Kourtney og restina av familjuni.