Nú eru pappírini í rættlag

Við átta stigum eftir fyrstu 15 dystirnar, hevur tilveran hjá 07 Vestur í Vodafone-deildini ikki verið tann lættasta. Men í felagsliðnum í Vágum hava tey avgjørt ikki mist vónina um at toga seg upp um niðurflytingarstrikuna.

Avtala varð tí gjørd við fimm nýggjar spælarar, sum skulu styrkja um hópin, men móti ÍF seinasta sunnudag vóru neyðugu loyvini hjá útlendsku spælarunum tó ikki komin í rættlag.

Jovan Panic og Aco Pandurovic eru báðir kenningar í føroyskum fótbólti, og skulu teir spæla á miðvøllinum og í verjuni. Og Jón Nielsen, sum kann brúkast flestu staðni á vøllinum er eisini komin heimaftur.

Tvey heilt nýggj nøvn eru eisini komin í hópin. Teir eru Tamba Yarjah og Lewis Morris. Báðir tveir eru framrættaðir spælarar, og hava teir roynt seg í ávíkavist svenskum og norskum fótbólti, skrivar 07 Vestur á heimasíðu sínari.