Nú eru Nema og Hey eitt

Samanleggingin av Nema og Hey er nú farin fram, og í næstum flyta høvuðsskrivstovurnar hjá feløgunum báðum undir somu lon.

 

1. november í fjør boðaðu Hey og Nema frá at feløgini høvdu í hyggju at leggja saman í sambandi við at meirilutin av partabrøvunum í telefelagnum Hey kom á føroyskar hendur.

 

Samanleggingin var treytað av ymsum myndugleika góðkenningum.

 

Nú eru allar neyðugar góðkenningar komnar uppá pláss, og í vikuni var vaktarskifti, har Júst í Túni Vang tók við sum stjóri, og Rúnar Reistrup tók við sum nevndarformaður fyri samtakið.

 

Júst í Túni Vang var áður stjóri á Nema. Hann tók við starvinum í 2015.

 

Rúnar Reistrup var nevndarformaður í Hey, áðrenn hann tók við sum stjóri og nevndarlimur í 2016.

 

Nýggja samanlagda fyritøkan fer at halda fram undir báðum virkisnøvnum. Nema navnið heldur fram at mynda KT-virksemið, og Hey verður framhaldandi vørumerkið fyri tele-tænastur.

 

Í næstum flyta høvuðsskrivstovurnar hjá feløgunum báðum í somu lon á Smyrilsvegi í Havn, har Nema hevur hildið til seinnu árini.

 

Í nevndini fyri samstakið sita nú Rúnar Reistrup, nevndarformaður, Árni Ramussen, næstformaður og Þorvarður Sveinsson, nevndarlimur.