Nú eru hesi klár at fara víðari

Í gjár fingu 19 pisur prógv á TSK, sum fyrr nevndist Tekniski Skúli í Klaksvík

Í gjár var prógvhandan á TSK í Klaksvík, sum fyrr nevndist Tekniski Skúla í Klaksvík, har 19 pisur fingu prógv.

Tað eru næmingar á tøknibreytini, sum fingu prógv og í tí sambandi spældi Klaksvíkar Hornorkestur nøkur løg, og Helma Maria Tróndheim helt røðu. Eli Syderbø, næmingur, helt næmingarøðuna fyri pisurnar. 

 

##med2##


Síðani var boðið til kaffi og køkur á skúlanum, har Victoria Absalonsen, lærari í føroyskum, segði nøkur orð. 

 

##med3##


Olgar Fuglø fekk handað heiðursprógv, blómur og gávukort fyri besta prógvið á Tøknibreytini. Harumframt fekk Torkil Eyðunsson Lisberg heiðurin sum hjálpsamasti næmingur. 

 

##med4##

Aftara rað frá vinstru eru tey Jógvan Terjason Poulsen, Gestur Ákason, Fríði Elisson, Ivan Josephsen, Mikkjal Petersen, Dávid Danielsen, Olgar Fuglø, Torkil Eyðunsson Lisberg og Sjúrður Poulsen.

Á fremru rað frá vinstru síggja vit: Jógvan Østerø, Tórur Williamsson, Mattias Kjær, Oddur Joensen, Bjarni Bogason Vinther, Edna Jakobsen, Eli Syderbø, Teodor Jacobsen, Jákup Flóvinsson, Pætur av Reyni Jakobsen.

 

##med5##