Nú eru fyrstu húsini í gerð

Vestmanna kommuna hevur í eina tíð lýst við tøkum grundøkjum. Og líkt er til, at áhugin fyri teimum er stórur, m.a. tí at útsýnið er sera vakurt yvir bygdina.

Vestmanna: Hóast onkur kanska kundi hildið, at Vestmanna fór at merkja sviðan av Vágatunlinum, so er ikki nógv sum bendir á tað.
Sagt varð, at bygdin nú var komin meiri avsíðis og burtur frá meginferðsluni. Men skal ein ganga eftir ætlanunum hjá kommununi, so er ikki líkt til at hetta er støðan.
Vestmanna kommuna hevur í eina tíð lýst á heimasíðuni við, at grundøki vóru tøk, og longu nú hevur tað víst seg at fólk eru áhugað í hesum grundøkjum.
- Vit hava longu fingið fleiri fyrispurningar frá fólki um hesi økini, verður sagt av skrivstovuni hjá Vestmanna kommunu.
Tað fyrsta húsið er longu í gerð, og er tað nú komið so væl áleiðis, at tað er reist.

Spurt og hugt
Henda nýggja útstykkingin liggur á staðnum, tey kalla Uppi í Vestri. Har hevur kommunan íalt stykkjað út fyri 25 grundøkjum, umframt tvey aftrat innanfyri ánna.
Av hesum økjunum eru trý tey fyrstu økini longu seld, meðan fýra onnur eru umbiðin.
- Vit hava fingið fleiri fyrispurningar, og vit vita um, at fólk eisini hava verið á staðnum og hugt eftir økjum, verður sagt av Vestmanna kommunu.
Sum nevnt er tað eina húsið í gerð í løtuni, og sum skilst líður rættiliga væl hjá tí næsta at fara undir bygging. Óhugsandi er ikki, at fleiri byggiloyvi fara at koma til viðgerð á komandi bygdarráðsfundum í kommununi.
Stykkini eru 600 fermetrar stór og liggur kostnaðurin um 200.000 kr. fyri hvørt teirra.