Nú eru Føroyar ikki longur koronufrítt øki

Í gjár varð korona aftur staðfest í Føroyum

Nú eru Føroyar ikki koronufrítt øki longur. Í gjár vórðu nevniliga tveir tilburðir staðfestir av koronu og tað er fyrstu ferð síðani 16. februar, at nakar tilburður er staðfestir her á landi.

Báðir tilburðirnir í gjár vóru fólk, sum komu við flogfari úr Danmark og tey eru farin í sóttarhald.

Í gjár vórðu 209 kanningar gjørdar í Føroyum, og allar royndirnar eru liðugt greinaðar. Tilsamans eru nú 233.608 kanningar gjørdar í Føroyum.

Tilsamans hava 660 persónar fingið staðfest smittuna í Føroyum. Av teimum eru 657 persónar staðfestir frískir aftur og higartil er ein persónur deyður við koronu í Føroyum.

Sostatt eru tvey fólk smittað við koronu í Føroyum.