Nú eru ÍF longu líka frægir sum í alt fjør (FM1)

(FM1) Hoyr hvussu ÍF vann 2-1 á EB/Streymi, hoyr viðmerkjaran hjá FM1, Abraham Løkin og annan av ÍF-venjarunum, Hans Jørgen Djurhuus seta orð á sigurin

##med2##

ÍF hevur uppá fimm umfør megna tað sama sum teir gjørdu gjøgnum 27 umfør í fjør, nevnliga seks stig.

ÍF vann sera týdningarmiklan og góðan 2-1 heimasigur á EB/Streymi í Fløtugerði í Fuglafirði í kvøld. Ein sigur sum sendir ÍF uppá sætta plássið við seks stigum. Fimm stig eru niður til Skála og TB, ið hava bert eitt stig hvør. 

Filip Djordjevic fekk ÍF á sigurskós tá fyrri hálvleikur var hálvrunnin. Niklas Kruse javnaði fyri EB/Streym miðskeiðis í seinna hálvleiki. Tá 18 minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini Fannhard Skoradal hjá EB/Streymi seinna gula kortið, og mátti av vøllinum. 

Í 87. minutti sló málrevurin hjá ÍF, Uros Stojanov til við sínum fimta máli í hesum kappingarárinum, og ÍF vann 2-1.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1: 

1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá frásøgumaðurin, Tróndur Arge segði frá teimum trimum málunum og dystarendanum. Abraham Løkin var viðmerkjari.

2) Hoyr Abraham Løkin taka samanum tað, ið hann samlað metir verða ein uppibornan heimasigur hjá ÍF í kvøld. Abraham metir Skála og AB at vera veikastu liðini í botnstríðnum.

3) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við ein fegnan Hans Jørgen Djurhuus, ið venur ÍF saman við Ólavi Larsen. Fyri venjaratoymið og fyri hópin hjá ÍF kemur sigurin sera væl við, og er tað gott at vera sloppin av við seksstiga spøkilsið frá 2019.

HER  ber til at hoyra samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við høvuðsvenjaran hjá EB/Streymi, Jákup Martin Joensen. 

##ms##

(ÍF-EB/Streymur 2-1. Hoyr málini, samanumtøku hjá Abraham Løkin og samrøðu við Hans Jørgen Djurhuus)