Nú er eisini Eysturríki komin á listan yvir lond, sum eru so hart rakt av corona-smittuni, at mælt verður frá at fara til ávís øki í landinum.
Áður hava tey mælt frá at fara til Hubei landspartin í Kina, yvirhøvur, umframt til Iran og til Gyeongbuk landspartin, og býin, Daegu í Suðurkorea.
Hesi lond eru sostatt á tí reyða listanum, men nú eru fleiri øki løgst afturat listanum. Fyrst vóru tað seks landspartar í Norðuritalia, sum mælt verður frá at fara til. Talan er um landspartarnar , Emilia-Romagna, Lombardí, Piemonte, Veneto, Marche og Valle d'Aosta.
Og í restini av Italia mæla tey frá at fara uttan so at tað er neyðugum ørindum.
Nú er eisini Eysturríki komin á vandalistan, tí har verður mælt frá at fara til feriuplássið, Iscgi, í Tyrol, har tað er vældámt at fara at standa á skí. Og samstundis verður eisini mælt frá at fara til aðrastaðir í Tyrol uttan tað er neyðugt at fara.
Annars er øll restin av heiminum komin á tann gula listan. Tað merkir, at myndugleikarnir mæla ikki frá at ferðast, men mælt verður til at vísa størsta varsemi, sama hvar í verðini, leiðin gongur
Mælt verður til, at fólk, sum hava verið á londunum á tí reyða listanum, og sum eru komin heim eftir 2. mars, fara í sóttarhald í tvær vikur.
Men er talan um starvsfólk í heilsuverkinum ella í almannaverkinum, SKULU tey vera heima í tvær vikur.