Nú eru boð eftir Ronaldo

Champions League: Juventus og Sevilla skulu vinna í kvøld, um ikki FC Porto og Dortmund skulu fara víðari

Í kvøld verða tvær tær fyrstu av seinnu 1/8 finalunum í Champions League. Í Turino eru boð eftir  Cristiano Ronaldo, um Juventus skal koma víðari. Juventus tapti fyrra dystin 2-1 og spardi um vikuskiftið Cristiano Ronaldo, so hann verður klárur til í kvøld.

Heimaliðið er uttan liðskiparan, Giorgio Chiellini, Paulo Dybala, Danilo og helst eisini Rodrigo Bentancur, ið hevur koronu. Hollendska stórtalentið, Matthijs de Ligt, verður royndarkoyrdur undan dystinum. Hann hevur eisini skaða at dragast við.

Gestirnir úr Portugal hava ein sterka verju og tað verður brúk fyri øllum snildum, um teir skulu halda Juventus frá málinum. Tað er ivasamt um Chancel Mbemba og Ivan Marcano. Tað er nokk hjá Juventus at vinna 1-0, so tað verður áhugavert at síggja hvørja tilgongd gestirnir hava. 

Juventus (1) – (2) FC Porto (20.00)

Juventus: Szczęsny; Cuadrado, Bonucci, De Ligt, Alex Sandro; Chiesa, Rabiot, Arthur, Ramsey; Morata, Ronaldo

FC Porto: Marchesín; Manafá, Pepe, Mbemba, Zaidu; Sérgio Oliveira, Uribe, Otávio, Corona; Marega, Taremi

##med2##

Erling B. Håland spældi ein branddyst, tá Borussia Dortmund vann 3-2 á Sevilla í Spania. Eitt skifti var 3-1, men við 3-2 málinum hevur Sevilla fingið eina lívlinju. Heimaliðið verður uttan Giovanni Reyna, Raphael Guerreiro og navnframa enska landsliðsspælaran, Jadon Sancho. Venjarin, Edin Terzic, hevur tó boðað frá, at Erling B. Håland er heilt víst við.

Gestirnir hava fingið góð tíðindini, tí stinni miðverjin, Jules Kounde, verður væntandi tøkur saman við Yassine Bounou, meðan Aleix Vidal sigur yvir. Gestirnir skulu fram at skjóta minst tvey mál, so verjukenda útgangsstøðið hjá Sevilla kann ikki brúkast til nakað. Tí kann hetta blíva ein avbera spennandi dystur.

Borussia Dortmund (3) – (2) Sevilla (20.00)

Dortmund: Hitz; Meunier, Can, Hummels, Schulz; Delaney; Bellingham, Dahoud; Reus, Hazard; Haaland

Sevilla: Bounou; Navas, Koundé, Diego Carlos, Acuña; Jordán, Fernando; Ocampos, Rakitić, Gómez; En-Nesyri