Føroyski pokerspælarin, Sigurð D. Carlsson, er í løtuni við á finaluborðinum í DM í poker.
Havnarmaðurin hevur av álvara gjørt um seg, og eftir at hann sló tann fjórð- og triðsíðsta úr kappingini, eru nú einans tveir spælarar eftir.
Sigurð er í løtuni omaná ímóti mótstøðumanninum, svenska Paul Kristoffersson. Vinnarin fær 604.040 krónur, meðan nummar tvey fær 345.000 krónur.
Kappingin ímillum teir báðar verður sjónvarpað live og sæst á sjónbandinum omanfyri.