Nú eru allir føroyingar

David Jones var í ár einasta útlendska ískoytið á venjarabeinkinum. Nú Albert Ellefsen hevur sett seg í sessin, er talan bert um føroyskar venjarar í Formula-deildini

Fótbóltur

 

Tað hevur verið púrasta vanligt hjá føroysku feløgunum tey nógvu seinastu árini, at tey av og á hava havt útlendskar venjarar. Men soleiðis hevur ikki verið í ár. Tá farið varð undir fyrireikingarnar til ársins útgávu av Formula-deildini, var brasilski Dida einasti útlendingurin. Pappírini hjá honum vóru tó ikki heilt í lagi, og tí varð Anton Skoradal førkaður fram til høvuðsvenjarasessin.

Í Fuglafirði gekk karusellin hinvegin. Jón Simonsen skuldi upprunaliga røkja tann sessin, men av privatum orsøkum mátti hann melda pass, longu áðrenn kappingin byrjaði. Abraham Løkin tók um endan í fyrireikingunum til kappingina, og tá David Jones so loksins vendi aftur til Fuglafjarðar, var fagnaðurin stórur.

Tað var hann eisini fyrstu umførini, har ÍF tók øll á bóli, men síðani hevur gingið meira striltið. Tað hevur ljóðað, at ein ávís ónøgd hevur verið við venjaran, og í farnu viku bórust so boðini um, at venjarin var sendir til hús.

Aðrar viðmerkingar enn tað sama hevur leiðslan í ÍF ikki vilja gjørt til málið. Okkum hevur heldur ikki eydnast at fáa orð á David Jones, men við Vikublaðið sigur bretin, at hann heldur talan vera um løgna avgerð. Og hann sigur, at talan ikki er um, at partarnir samdust um at slíta samstarvið, soleiðis sum leiðslan í ÍF annars hevur sagt.