Seinastu tíðina hava mátararnir hjá Landsverki víst hættisliga vindorku kring alt landið.
Onkrar dagar hava tað verið upp til 78 m/s, og aðratíðir upp í 60 m/s.
Tað hevur staðið nógv á, skaðarnir hava verið umfatandi, bæði hjá privatfólki, hjá Landsverki, hjá virkjum og so framvegis.
Men í dag er munandi høgligari at lesa, hvat mátararnir hjá Landsverki boða frá. Veðurstovnurnar hava boðað frá, at tað skuldi vera gott veður í dag, men at tað skuldi vera so gott, tá ið umræður vindmegi, stóð ikki í kortunum áðrenn.
Mátararnir kring landið vísa, at tað er mest vindur á Porkerishálsi, men tað er kortini ikki meira enn 7 m/s.
Í dag er vælsignað gott útiveður fyri tey, sum tíma at spæla í kavanum. Hevur tú myndir, har børn og vaksin spæla sær í kavanum, so ert tú vælkomin at senda okkum mynd ella video á post(at)sosialurin.fo ella á Facebooksíðuna In.fo.










