Nú eru 450 offur

Løgreglan í Bretlandi handtók í dag ein mann í sambandi málið um tann kynsliga ágangin hjá fyrrverandi sjónvarpsmanninum Jimmy Savile. Tann tikni, sum er farin um tey 70 árini, varð avhoyrdur seinnapartin, men sum skilst hevur hann ikki havt beinleiðis tilknýti til virksemið hjá Jimmy Savile (myndin).

Fyrr hevur bretska løgreglan sagt, at helst vóru umleið 350 børn og ung offur fyri kynsliga áganginum hjá Savile, men nú sigur hon, at tað rætta talið liggur um tey 450.

Jimmy Savile doyði í fjør 84 ára gamal. Hann starvaðist hjá BBC og var ein tann best umtókti sjónvarpsverturin í áttati- og nítiárunum.