Fólk í stórum tali flýggja framvegis undan teimum ógvusligu bardøgunum í Sýrialandi, og ST metir, at higartil eru meiri enn 358.000 sýrar flýddir av landinum og eru nú í grannalondunum.
Turkisku megin markið eru nógvar tjaldbúðir settar upp, og hvønn dag koma nøkur hundrað fólk afturat um markið.
-Vit flýddu úr okkara bygd og hava verið í fleiri bygdum síðani, men allastaðni noyddust vit at flýggja undan bumbum, sigur Fatima Gharbiyeh, sum kom til Bab el-Hawa-flóttafólkaleguna í Turkalandi fyrradagin saman við manninum og teimum fýra børnunum. Samstundis komu 18 onnur húski um markið, skrivar AFP.