Nú eru 28 milliónir smittað í heiminum

Mánadagin fór alheims smittutalið um 27 milliónir. Eftir fýra døgum er talið økt við enn einari millión.

Eftir fýra samdøgrum er alheimstalið av smittaðum við koronu økt við einari millión til yvir 28 milliónir.

Tað vísir ein uppgerð frá amerikanska Johns Hopkins University í nátt.

Í gjár fór talið av deyðum við koronu um 900.000.

USA, Brasila og India liggja ovast bæði við tali av staðfestum smittaðum og deyðum við koronu.

USA hevur skrásett flest smittað við næsta 6,4 milliónum. Síðani kemur India við sløkum 4,5 milliónum og Brasila við gott og væl 4,2 milliónum.

Harðast rakti parturin í heiminum er Latínamerika, sum í gjár fór um átta milliónir,

Sambært tíðindastovuni Reuters er tó tekin um, at virusið nú spreiðir seg spakuligari í ávísum pørtum av landinum enn áður.

Í loypi av sjey døgum – til og við mikudagin – eru tað í miðal fráðboðað eitt sindur fleiri enn 67.000 smittutilburðir um samdøgrið í Latínamerika. Teir sjey dagarnar frammanundan var tað umleið 80.500.

Rákoð fevnir eisini um Brasilia, sum mátað í tølium er harðast rakta land í Latínamerika.

Uppteljingin frá Johns Hopkins University fevnir bara um teir smittutilburðir, sum eru váttaðir av heilsumyndugleikunum í ávísu londunum. Tí kunnu tað vera myrkatøl.

Tað er harumframt munur á, hvussu og hvar tey ávísu londunum kanna fyri virusið. Í USA eru yvir 82 milliónir av fólkinum, sum eru gott 331 milliónir, kannað fyri smittu við covid-19, sum virussjúkan kallast.

Tað framgongur á heimasíðuni hjá Johns Hopkins University, sum loypandi dagførir smittu- og deyðstøl frá tí nýggja koronuvirusinum, sum fyrstu ferð sá dagsins ljós í Kina við ársenda í fjør.

/ritzau/