Fólkatalið í Føroyum er minkað 26 fólk frá 1. apríl 2012 til 31. mars í ár.
Tað vísir ein uppgerð hjá Hagstovuni.
Uppgerðin vísir, at 31. mars í ár var fólkatalið í Føroyum 48.244 fólk.
Hetta seinasta árið, frá 1. apríl 2012 til 31. mars í ár, var burðaravlopið 212 og nettoflytingin var minus 238 og sostatt minkaði fólkatalið 26 fólk.
Fólkatalið vaks í 13 kommunum. Lutfalsliga størsti vøksturin var Viðareiðis, Tvøroyrar og Sumbiar kommunum.
Lutfalsligi var sami vøkstur í Klaksvíkar og Tórshavnar kommunum.
Í tali var størsti vøksturin í Tórshavnar og Tvøroyrar kommunum, sum vuksu ávikavist 79 og 57 fólk.?
Fólkatalið minkaði í 15 kommunum. Lutfalsliga størsta minkingin var í Sandoyar og Hvannasunds kommunum. Í tali var størsta minkingin í Vágs kommunu, sum minkaði 46 fólk. ?
Orsøkin til minkingina í fólkatalinum er, at nettoflytingin av landinum er størri enn burðaravlopið.
Fyrsta januar 1985 var fólkatalið í Føroyum 45.318 fólk. Fyrsta januar í ár var fólkatalið 48.185 fólk.
Fólkavøksturin hesi 28 árini var 2.867 fólk, ella 102 fólk í miðal um árið. Men ongin jøvn gongd hevur verið hesi 28 árini. Tvørtur ímóti hava tey verið merkt av sera stórum sveiggjum, frá stórum fólkavøkstri til stóra fólkaminking, so aftur fólkavøkstur og nú aftur ein ávís minking í fólkatalinum.
Tey fyrstu fimm árini frá 1985 til 1989 var fólkavøksturin 2.451 fólk, ella 490 fólk í miðal um árið. ?
So kom tann stóra kreppan, og tá minkaði fólkatalið nógv. Tey seks árini frá 1990 til 1995, minkaði fólkatalið 4.443 fólk, ella 741 fólk í miðal um árið.?
Í 1996 byrjaði ein ávís heimafturflyting eftir kreppuna og frá 1996 til 2008 var fólkavøkstur øll árini uttan í 2005. Hesi trettan árini vaks fólkatalið 5.319 fólkum, ella 409 fólk í miðal um árið. ?
Síðstu fýra árini er aftur gingið skeiva við fólkatalinum, sum er minkað 406 fólkum, ella 115 fólk í miðal um árið.??
Samanumtikið kann sigast at av øllum fólkavøkstrinum uppá 2.867 fólk frá 1. januar 1985 til 31. desember 2012, hevur fólkavøksturin síðani 1989, bert verið 416 fólk, ella 18 fólk í miðal um árið, sigur Hagstovan.