Talið á teimum, sum hava umboðað Føroyar í minsta lagið 25 ferðir á fótbóltslandsliðnum fjølgaðist við tveimum spælarum leygarkvøldið í Ísrael. Jón Rói Jacobsen, sum alla tíðina var í miðverjuni, og Christian Høgni Jacobsen, sum fyrsta tíman var á miðvallarplássinum í høgru, spældu 25. landsdystin í Tel-Aviv.
Jón Rói Jacobsen, sum er føddur 7. apríl í 1983 og harvið er 22 ára gamalur, var fyrstu ferð á landsliðnum í 2001. Christian Høgni Jacobsen, sum er føddur 12. mai í 1980 og harvið er 25 ára gamalur, var eisini fyrstu ferð á landsliðnum í 2001.
Felags fyri Jón Róa Jacobsen og Christian Høgna Jacobsen hevur verið, at síðani teir fyrstu ferð vóru á landsliðnum, hava teir eitt skifti verið burturi frá, tí teir hava havt álvarsligan skaða at dragast við. Í báðum førum hevur talan verið um skaða í krossbandinum.
Í 22 av teimum 25 landsdystunum, sum Jón Rói hevur spælt, hevur hann verið við frá fyrsta bríksli. Christian Høgni hevur verið millum teir fyrstu ellivu fjúrtan ferðir.
Higartil hava 26 spælarar rokkið 25 dystum, sum í flestu førum verður roknað sum fyrsta stóra landsliðsjubileum eftir stóru løtuna, sum teir flestu og ivaleyst allir kenna tað at vera, tá ið teir fyrstu ferð fáa høvið at umboðað føðilandið.
Av teimum 26, sum hava spælt 25 ella fleiri landsdystir, eru ellivu givnir at spæla fótbólt á hægsta støði, og tíggju hava í ár verið á landsliðnum.
Umframt Jón Róa Jacobsen og Christian Høgna Jacobsen eru tað tveir spælarar, sum hava spælt júst 25 landsdystir. Teir eru Jóannes Jakobsen og Jens Erik Rasmussen, sum spældu fyri síðstu ferð á landsliðnum í ávikavíst 1993 og 1997.
Tað er rættuliga sannlíkt, at tveir teir næstu, sum fara at røkka 25 landsdystum, fara at verða Súni Olsen (23 dystir) og Andrew av Fløtum (22 landsdystir).
Tann spælarin, sum hevur verið næst við at røkka 25 landsdystum, men sum ikki hevur rokkið so langt, er Sámal Joensen. Hann er skrásettur fyri 24 landsdystir. Hóast hann er liðformaður á GÍ liðnum og telist millum teir fremstu í stríðnum fyri at sleppa undan niðurflytingini, so er tað ikki serliga sannlíkt, at Sámal aftur fer at spæla á landsliðnum.
Umframt 25. dystin hjá Jón Róa Jacobsen og Christian Høgna Jacobsen var talan hjá onkrum øðrum um eitt sindur merkisverda uppgerð.
Jónhard Frederikbserg rakk 10. landsdystinum, tá ið hann loysti Andrew av Fløtum av, og Fróði Benjaminsen var fyri 35. ferð á landsliðnum.
Teir 26, sum hava spælt í minsta lagið 25 a landsdystir, eru: Óli Johannesen (76), Jens Martin Knudsen (64), Julian S. Johnsson (61), John Petersen (57), Allan Mørkøre (54), Øssur Hansen (51), Todi Jónsson (45), Jens Kristian Hansen (44), Jákup á Borg (42), Jákup Mikkelsen (41), Jan C. Dam (39), Kurt Mørkøre, Uni Arge og Pól Thorsteinsson (37), Rógvi Jacobsen (36), Henning Jarnskor og Fróði Benjaminsen (35), Jan Allan Müller (34), Kári Reynheim, Tummas Eli Hansen og Magni Jarnskor (27), Hans Fróði Hansen (26), Jóannes Jakobsen, Jens Erik Rasmussen, Jón Rói Jacobsen og Christian Høgni Jacobsen (25).