Nú eru 19 fólk í Noregi smittað

Fýra fólk aftrat í Noregi eru nú staðfest smittað við corona-virus, og tað merkir, at samlaða talið av smittaðum nú er 19.

 

Norska Fólkaheilsuráðið upplýsir, at 12 av teimum smittaðu í Noregi eru á eysturlandinum, harav fimm eru staðfest positiv á Universitetssjúkrahúsinum í Oslo. Seks av tilburðunum eru í Bergen og ein í Tromsø.

Sambært Fólkaheilsuráðnum hava øll, sum higartil eru vorðin smittað í Noregi, havt samband við økir í útlandinum, har útbreiðsla av smittuni er. Øll eru í sóttarhaldi heima við hús, har tey fáa tænastur frá lokalum heilsustarvsfólki.

Ein av teimum smittaðu er lærari við ein framhaldsskúla í Oslo, og tað váttar eisini skúlastjórin, Elin Stavrum, yvirfyri VG í dag. Heimasíðan hevur eisini snakkað við smittaða læraran, sum sigur, at hann hvørki kennir seg sjúkan ella hevur sjúkueyðkenni.

- Skúlin verður opin sum vanligt í morgin, mánadagin. Tað er einki, sum ger, at tað er neyðugt at steingja skúlan, sigur skúlastjórin, Elin Stavrum, við VG.

Heimasíðan hevur eisini sæð eitt sms, sum skúlastjórin hevur sent út. Her stendur eitt nú, at skúlin hevur verið í samband við Fólkaheilsuráðið, og tey mæla til, at skúlin heldur fram sum vanligt, men at smitturáðini verða fylgd.