í Seinastu viku vóru sprongdir 51 metrar á Hvítanesi og 59 metrar á Strondum, og hetta er í alt 110 metrar av teimum í alt 11.250 metrunum, skrivar P/F Eystur- og Sandoyartunlar.
Á Hvítanesi eru nú boraðir 678 metrar og á Strondum 942 metrar. Samanlagt gevur tað 1.620 metrar.
Boringin á Strondum byrjaði 21. februar 2017 og á Hvítanesi 27. apríl 2017.