Fýra nýggir tilburðir av H1N1 eru staðfestir í Føroyum. Harvið er samlaða talið 10 Tað boðar Bjarni á Steig, virkandi landslækni frá í morgun.
Føroysku heilsumyndugleikarnir og landslæknin eru í løtuni í samband við Sundhedsstyrelsen, um Føroyar nú skulu førast upp á stig 6, sum er hægsta tilbúgvingarstig.
Hetta verður avgjørt innan heilt stutta tíð. Flest øll onnur heimsins lond, har smittan er staðfest, eru longu á stig 6.
Til samanberingar kann nevnast, at einans sjey tilburðir eru staðfestir í Íslandi higartil.










