Í gjár skrivaði in.fo um, at ÍSF hevur sent áheitan til ítróttarfeløg og sersambond um at heita á sínar limir um at venja í venjingarmiðstøðum, sum eru við í antidoping avtaluni hjá ÍSF. Tað eru serliga tvær venjingarmiðstøðir, sum sostatt verða lagdar undir trýst frá ÍSF, og tað eru Yndi Fitness og Burn. Báðar venjingarmiðstøðirnar søgdu við in.fo í gjár, at tær eru áveg inn í eitt samstarv um antidoping við ÍSF, hóast baðar venjingarmiðstøðirnar søgdu seg hava spurningar, tey vildu hava greiðu á áðrenn.
Les eisini: Burn og Yndi fara við í antidoping avtaluna
Nú skrivar ÍSF, at Yndi Fitness hevur gjørt avtalu um antidoping.
- Antidopingdanmark/Føroyar fegnast um at enn ein venjingarmiðstøð hevur gjørt samstarvsavtalu um antidoping. Yndi Fitness er ein av teimum heilt stóru venjingarmiðstøðunum í Føroyum, skrivar ÍSF á Facebook.
Burn er eisini á gáttini til at gera avtalu, og Jákup Suni Berg, leiðari í Burn greiddi í gjár frá, at tey hava spurningar um professionalisuma í eftirlitsarbeiðnum, sum tey vilja hava svarað áðrenn. Tó so staðfesti hann samstundis, at tey hava verið og eru jalig um antidoping avtaluna í sínari heild.
Les eisini: ÍSF biður feløg velja ávísar venjingarmiðstøðir frá
- Hjá okkum hevur tað verið so, at vit hava verið sera jalig um hesa avtalu, men teir spurningar vit hava havt, hava verið umráðandi at fáa upp á pláss fyrst. Og tað snýr seg um, at vit vilja tryggja okkum, at okkara limir kenna seg væl inni hjá okkum, og at eftirlitið, sum verður gjørt, er á einum professionellum og rættvísum støði. Vit vilja hava, at tað stendur upp á skrift, hvussu man tryggjar rættvísi í eftirlitsarbeiðnum, tí Føroyar eru eitt lítið land, og tað er skjótt, at fólk, sum venja hjá okkum, kenna seg órættvíst viðfarnan, um tað ikki er púra klokkuklárt, hvussu eftirlitsarbeiðið verður gjørt, sigur Jákup Súni Berg. Hann vísir millum annað á, at tað verður sagt, at tað bert eru tey, sum eru undir illgruna fyri at taka ólóglig evni, sum verða kannað.
Les eisini: ÍSF: Man kann spyrja hví tey ikki eru við









