Nú er vrakið burturbeint

- Vit eru ógvuliga fegin um, at átakið hevur eydnast, sigur sýslumaðurin á Svalbard, nú Northguider er skorin sundur og burturbeindur.

 

 

Eftir at hava ligið á einum flúri í Hinlopensundinum á Svalbard síðan millum jól og nýggjár í 2018, er vrakið av rækjutrolaranum - Northguider - nú endiliga burturbeint. Alt skipið er skorið sundur og síðan tikið upp á ein stóran flaka, sum flytir vrakpartarnar til lands.

Tað hevur verið eitt stórt ynski - og eitt krav - hjá sýslumanninum á Svalbard, at vrakið skuldi burturbeint. Royndir vórðu gjørdar tíðliga í fjør heyst at tetta skrokkin, soleiðis at skipið kanska kundi flotast aftur, men skrokkurin var ov illa farin til, at hetta læt seg gera.

Sýslumaðurin á Svalbard, Kjerstin Askholt, fegnast um, at átakið í heyst hevur eydnast. 

- Vit eru ógvuliga fegin um, at tað hevur eydnast at beina vrakið burtur. Samstarvið millum aktørarnar, sum hava verið við í hesum arbeiði, hevur verið sera gott, sigur hon.

Northguider endaði á einum flúri í Hinlopensundinum, meðan skipið var til fiskiskap eftir rækjum. Øll manningin, sum taldi 14, varð bjargað av skipinum í bølamyrkri, ringum líkindum og nógvum kulda. Øll komu av skipinum í øllum góðum hesa køldu vetrarnátt.

Sambært tíðindastovuni NTB fekk norska reiðaríið, sum átti Northguider, eina bót á 350.000 norskar krónur, og skiparin á túrinum fekk eina bót á 35.000 krónur. Øll oljan varð pumpað úr skipinum stutt eftir skipsbrotið, so eingin dálking stóðst av skipsbrotinum.

##med2##